Senta City Kvasir Casa Atlantstøkni Sendistovan
Senta búmerki
Broytingar í lønarviðurskiftum pr. 1. mai 2010
12. mai 2010

 

1.mai 2010 broyttist lønin hjá limum í Føroya Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðs-mannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Havnar Arbeiðsmannafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag, har grundtímalønin fór upp við 1,10 kr, og eftirlønargjaldið fór upp við 0,3% til 9.4%.

 

Sí heimasíðu:  www.industry.fo undir “Sáttmálar og lønir” og sí undir lønartalvur “arbeiðarafeløgini” .

 

1.mai 2010 fór eisini lønin upp hjá limum í S&K felagnum. Eftirlønargjaldið er hækkað frá 10,65% til 12.65%.
Sí heimasíðu:  www.skfelag.fo undir lønartalvur.
Tey,  sum nýta dos-lønarskipan, skulu rætta lønarsatsir undir forritskotu TL,1 og eftirlønargjaldið undir TL,5.
Rættast er tó fyrst at útskriva eitt yvirlit undir forritskotu LU fyri inniverðandi lønarbólkar. Tað er sera ymist frá virki til virki. Men vanliga eru bólkar til 14 ár, ung 15-16, vaksin+0, vaksin+3, vaksin +5 og vaksin +7ára anciennitet.
Kanska finnast eisini tilsvarandi bólkar hjá trukkførarum, bilførarum og formonnum.
Flestu nýta bert lønarsáttmála 0. Kannið eftir, um tit nýta fleiri.
Tey, sum nýta windows-skipan   SENTA -Løn, skulu velja "satsir" undir "Allir rútar" ella autorætta sáttmála via "update".
Eru ivamál, ring 347200 og spyr eftir HelpDesk ella beinleiðis til Ólavur Jacobsen á 794248,  Olivur Thomsen á 794223 ella Jón E. Jacobsen á 794252 (og sms'a um upptikið).
 
 
 

 

   
14-05-2010  Portalbankin, hópflytingar og viðmerkingar    
  Forviðgerð at seta upp hópflytingar í Portalbankanum:   Vel tær eina “input”-mappu at goyma hópflytingarfílur, sum skullu sendast í portalbankanu...

12-05-2010  Broytingar í lønarviðurskiftum pr. 1. mai 2010    
  1.mai 2010 broyttist lønin hjá limum í Føroya Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðs-mannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Havnar Arbeiðsmannafela...

08-03-2010  Broytingar í hýrufrádráttum    
Føroya Lívstrygging og Skipara-og Navigatørfelagið saman við Maskinmeistarafelagnum hava gjørt broytingar av bankakonti í eftirlønum og broyta gjaldið...

01-02-2010  Barsilskipanin hækkar við gjaldi til Vinnusjúkugrunn    
Gjald til Vinnusjúkugrunnin. 1. januar 2010 kom lóg um trygging móti avleiðingum av arbeiðsskaða (arbeiðsskaðatryggingarlógin) í gildi. Hetta er ...

12-12-2009  Ársendi í løn og klokkuskipan 2009/2010    
  Við at downloada hesa fílu (høgraklikk og vel "gem som") arsendi.doc kann ein lesa um, hvat skal gerast ísamband við ársskiftið.   Tey sum hava A...

04-06-2007  NEMA eitur størsta KT- og Samskiftissamtak í Føroyum    
Fyrr í ár var stór samanlegging í føroysku KT- og samskiftisvinnuni, tá ið Farodane, Com-Data og Reproz løgdu saman. Samtakið hevur nú fingið navnið...

    
Sendistovan
NEMA.fo