Senta City Kvasir Casa Atlantstøkni Sendistovan
Senta búmerki
Portalbankin, hópflytingar og viðmerkingar
14. mai 2010

 

Forviðgerð at seta upp hópflytingar í Portalbankanum:
 
Vel tær eina “input”-mappu at goyma hópflytingarfílur, sum skullu sendast í portalbankanum.
 
Tú hevur kanska eina input-mappu frá fyrr av . Ella tú gert tær eina nýggja input-mappu á c:\ og kallar hana fyri sdc\.
 
Í tíni “input” mappu stovnar tú undirmappurnar  godkendt\ og  afvist\
 
Kopiera  tína hópfílu (t.d. HOPFLYT.TXT ) inn í allar 3 mappurnar . Hetta gera vit bara fyri seinri at kunna browsa til hesar fílar, tí tær skulu slettast aftur.
 
Portalbankin:
 
Møguleikarnir í Portalbankunum hjá teimum 4 føroysku bankunum eru helst teir somu, men uppseting og setningar eru ikki altíð líka.
 
Logga teg á portalbankan og kanna eftir, um tú undir “gjaldingar/flytingar” sleppir at flyta pening av aktuellu konto. Um ikki, vend tær til tín peningarstovn.
 
Kanna eftir, um tú undir “aðrar funkur “ sleppir at velja “fílgoymslustillingar”.
Um ikki, kanna um tú undir “uppseting/íbindingaravtalu/funka/tilmelding og frámelding av funkum” sleppir at seta kross niðast við fílgoymsluyvirlit og fílgoymslu hópflytingar.
Um hvørki, vend tær til peningastovnin.
 
 
Seta upp sending av fílum í Portalbankanum:
 
Vel “aðrar funkur/fílgoymslustillingar”
 
Vel stovna
 
Set slag av fílu til “Hópflytingar”
 
Set  navn at vera t.d. navn á lønarfelag
 
Set Afvisningsniveau til “Batch” (Um ein flyting ikki er ok, so verða allar avvístar.)
 
Undir Lokal placering til “Input fíla”, vel  LEITA og browsa teg fram til c:\sdc , vel fíl HOPLON.TXT og ÅBN
 
Undir Lokal placering til “Góðkend fíla”, vel  LEITA og browsa teg fram til c:\sdc\godkend, vel fíl HOPLON.TXT og ÅBN
 
Undir Lokal placering til “Avvís fílu”, vel LEITA og browsa teg fram til c:\sdc\afvist, vel fíl HOPLON.TXT og ÅBN
 
Vel síðan OK
 
Far síðan t.d. við stifinder og sletta HOPLON.TXT í øllum trimum mappum.
 
 
Daglig mannagongd ísamband við hópflytingar
 
Ger tína lønarkoyring og minst til at velja eitt dato, sum ikki hevur eldri dagfesting enn tann dagur, tá ein fer at senda flytingar í portalbankanum, og at dagurin er ein gerandisdagur í Danmark.
 
Yvirfør hópflytingar fílu yvir í “input”-mappuna við bókhalds- ella lønarforritinum. Ella stifinder.
 
Logga teg á portalbankan  og vel “ymsar funkur/Senda”
 
Set kross í aktuellu hópflyting og vel Send
 
Síðan kemur ein “loggur” fram, sum vísir, um fíla er góðkend ella ikki.
 
Er hon góðkend, skal ein velja “Gjaldingar/Útbakki”.
 
Her koma allar hópflytingarnar uppá skermin. Her kann man justera bókingar og skriva út.
 
Ovaliga kann man undir “Næsta gerð fyri tær merktu bíleggingarnar” kann man velja “Avgreið bíleggingar”.
 
Tá hetta er gjørt, hvat so, um man er B-brúkari. Má hin vátta beinanvegin ella kann hann bíða ??. Vit fingu hin at vátta beinanvegin – og bókingarnar vóru at síggja á kontoavritinum !
 
So kann man velja at biðja um kvittan. Í onkrum føri sá eg ikki, at royndin miseydnaðist, fyrr enn eg sá tað á kvittanini.
 
Og sær man eitt klokkuslett, so er tað klokkan í Danmark.
 
 
Feilir
 
Í løtuni (14.05.10) eru onkur fyribrygdi og feilir, sum ørkymla:
 
1) Um tú hevur fleiri “kundaavtalur” í einum login, so broytist brúkarin ofta til ein annan brúkara millum SEND og ÚTBAKKA. Um tú undir “umsiting” roynir at “broyta brúkaraavtalu” til ta upprunaligu, so broytist brúkarin á skerminum ikki, sjálvt um tú sært konturnar hjá hinum.
Fyribils loysn: Logga av og logga á umaftur.
 
2) Í einum føri varð ein hópflyting frá eini avrokning koyrd ígjøgnum, sum koyrdi  59 av 64 flytingum ígjøgnum. Tað eigur ikki at henda, um koyring er definerað sum ein BATCH.
3) Hetta varð í Eik-portalinum. Tað vóru íalt  5 flytingar til eftirlønarkonti í Eik og ongin fór ígjøgnum, meðan allar í øðrum stovnum fóru í gjøgnum.
 
4) Í Føroyabanka-portalinum skal ein undir “Ymsar Funkur/Send “ trýsta á ein (x) knøtt, sum ein má vita merkir SEND.
 
 
 
Góð ráð !!
 
5) Brúkarin kundi fingið greiðari boð eftir avgreiðslu av hópflyting í útbakka  , at ordrin var móttikin, at annar brúkari skal vátta, at dato er ov gamalt og uppskot um at rætta øll ov gomul dato .......
 
6) T.d. Heimasíðan 6460 átti at filtrera lyklar burturúr, sum ikki eru 6460
 
7) Retur knøttur manglar nógvastaðni
 
8) Export av kontoavriti má og skal hava eina eyka kolonnu við øllum inni innhaldi av teim longa boðunum
 
9) Tá man hevur verðið ov longi inni, so verður man loggaður av, uttan at síggja tað greitt. Og man skal hava fantasi til at trýsta á “heim”, fyri at sleppa at logga á av nýggjum.
 
Samandráttur
 
Alt tað gamla var betur – men høvdu vit framvegis ynskt at bygt okkara álit á sluppirnar ?
 
 Vit skulu finna aðrar loysnir í nýggju skipanini at náa somu mál sum í gomlu skipan – um enn við hjálp av onkrum forritsbroytingum. Nýggi portalabankin hevur uttan iva eitt hav meira av møguleikum enn gamli, men enn fokusera vit uppá tað, sum vit halda okkum hava mist.
 
 – Er nakar pdf-manualir at downloada hjá teimum, sum hava hug at granska manualar.
 
Senta forritsbroytingar
 
Tá portalbankin innlesir eina føroyska hópflyting, verða báðar tekstlinjurnar á 32 tekn til móttakaran lagdar afturum í long boð. Hesi boð kann móttakarin síggja við at hyggja eftir útgreiningum fyri hvørja linju. Teksturin á kontoavriti vísir bert til hesi longu boð.
 
Sendarin kann síggja somu útgreiningar, men kann ávirka sítt egna kontoavrit við at seta okkurt upplýsandi inn á egin boð á kontoavrit. Hetta kunnu vit gera við eini lítlari broyting í GL til gomlu lønarskipanina – og størra SENTA løn verður eisini broytt tilsvarandi.
 
Eisini kann sendarin lætta um við at flyta pening til konto hjá móttakara í sama peningastovni sum sendarin sjálvur, tí so sæst bæði flytari og sendari sum viðmerking í longu boðunum hjá báðum pørtum. ( Og at peningurin er á konto hjá móttakara í somu løtu - og ikki næsta morgun. )
 
Gangi út frá, at hópflytingar ikki eru nakað serføroyskt fyribrygdi, og tí gangi eg út frá, at portalbankin hevur aðrar importmøguleikar enn henda. So við tíðini fer man eisini yvir at nýta hesar.
 
Men tað er øgiliga týdningarmikið -  bæði fyri sendara og  móttakara - at kunna exportera kontoavrit úr portalbankanum sum nú, men við eini breiðari kolonnu afturat við øllum eyka upplýsingum í – tað verði seg viðmerkingar um flytingina, sendaraupplýsingar, móttakaraupplýsningar, swift og iban viðmerkingar, valuti, kostnaður, kurs osv..
Tí so kunnu teirra internu skipanir pilka teir upplýsingar burturúr, sum tær hava brúk fyri ,  við at føla uppá tekstin ella seta tær røttu brillurnar uppá nøsina.  
 
Og tað finnast fleirí skipanir í Føroyum í dag, sum fara at hava eitt øgiligt upptak hvønn dag , so leingi nýggi exporturin ikki er tøkur.
 
Olivur Thomsen
14.05.2010
   
14-05-2010  Portalbankin, hópflytingar og viðmerkingar    
  Forviðgerð at seta upp hópflytingar í Portalbankanum:   Vel tær eina “input”-mappu at goyma hópflytingarfílur, sum skullu sendast í portalbankanu...

12-05-2010  Broytingar í lønarviðurskiftum pr. 1. mai 2010    
  1.mai 2010 broyttist lønin hjá limum í Føroya Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðs-mannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Havnar Arbeiðsmannafela...

08-03-2010  Broytingar í hýrufrádráttum    
Føroya Lívstrygging og Skipara-og Navigatørfelagið saman við Maskinmeistarafelagnum hava gjørt broytingar av bankakonti í eftirlønum og broyta gjaldið...

01-02-2010  Barsilskipanin hækkar við gjaldi til Vinnusjúkugrunn    
Gjald til Vinnusjúkugrunnin. 1. januar 2010 kom lóg um trygging móti avleiðingum av arbeiðsskaða (arbeiðsskaðatryggingarlógin) í gildi. Hetta er ...