![]() |
Fólkayvirlit gevur tær møguleikar
Fullfíggjað flytingarforrit – Lætt at síggja samband millum foreldur og børn – Fleiri møguleikar við statistikki
Við forritinum Fólkayvirlit er avbera lætt at flyta persónar ella heilar familjur. Finn t.d. pápan og vel flyting, og forritið kann nú flyta foreldur og børn samstundis og endar við at skriva út flytingarváttan.
Skipanin broytir sjálv adressuna inni á hvørjum persóni, sum er við á flytingini. Allar flytingar verða sjálvandi skrásettar í skipanini.
Til ber at finna fram persónar við at velja føðingardag, fornavn ella eftirnavn, og sorterast kann eisini eftir P-tali, fornavni, eftirnavni, kyni, gøtunavni o.s.fr.
Umframt allar vanligar persónsupplýsingar, sær ein eisini hjúnafelaga og børn. Hjúnafelagin fær automatiskt børnini knýtt at sínum persónskorti.
Tá børn verða upprættað, og foreldur/verjar verða skrivað inn á persónskortið hjá børnunum, síggjast børnini beinanvegin inni á persónskortinum hjá foreldrunum.












