![]() |
Journalskipan – yvirlit yvir øll mál og allar málsviðgerar
Við hesum forriti er møguleiki at leita eftir journalnummari á málum, eftir óavgreiddum málum, eftir málum, sum eru klár til býráðsfund, málum, sum eru lokað o.s.fr.
Á yvirlitinum sæst eisini, hvør málsviðgeri/nevnd hevur málið um hendi, hvat status er á málinum, og hvørji mál hvør einstakur persónur hevur í journalskipanini.
Tað er sera lætt at síggja øll skjøl í málinum. Øll útgangandi skjøl, sum t.d. eru skrivað í Word, Excel, AutoCad ella e-mail, kunnu lættliga síggjast bara við at klikkja á skjalið.
Somuleiðis sæst, um tilmæli ella samtykt eru gjørd, og málið kann eisini beinast víðari til annan málsviðgerða ella nevnd.
Tá eitt skjal skal skrivast, verður hetta gjørt inni í eini gongd. Standandi á dokumentrútinum verður trýst á t.d. Word ella Excel, og veljast kann síðan millum eina ella fleiri dokumentskabelónir. Á skabelónini kemur navn, journalnr. viðmerking og avsendari uppá. Nú er bert eftir at skriva sjálvt brævið.
Øll skjøl verða goymd í journalini við dagfesting og frámerki, um skjalið er útgangandi ella inngangandi.












