Senta City Kvasir Casa Atlantstøkni Sendistovan
Senta búmerki


Bókhalds- og roknskaparskipanin LUNDIN

Mest nýtta bókhaldsskipan í Føroyum – Sera einføld at nýta – Kravlítil – Prísgóð – Gjørd til føroysk viðurskifti


 

Føroyska skipanin við framúr góðu tænastuni
LUNDIN, bókhalds- og roknskaparskipanin hjá SENTA, er nógv mest nýtta bókhaldsskipan her á landi. Óivað eru tvær orsøkir til hetta. Fyrst og fremst er hon skrivað til føroysk viðurskifti, t.e., at einans neyðug ting eru við, og hetta ger skipanina ógviliga praktiska. Harafturat ber altíð til at koma í samband við forritararnar, og tí er lætt at laga skipanina eftir tínum dagliga tørvi og ynskjum.


 

Løtt og praktisk í nýtslu
Dagliga arbeiðið við LUNDANUM er sera einfalt. Brúkarin verður gjøgnum valmyndir stýrdur gjøgnum nýtsluna av forritinum, soleiðis at møguleikin fyri feilum er lítil og eingin. Skipanin fæst útbygd við faktura- og vøruskipan og hevur seinastu árini fingið fleiri nýggjar møguleikar. Millum annað ber til at gera beinleiðis flytingar um Heimagreiðslu/Banka og at flyta data til Excel o.tíl.


 

Ment og roynd ígjøgnum mong ár
Bókhalds- og roknskaparskipanin LUNDIN hevur nógv ár á baki. Fyrsta útgávan varð gjørd fyri skjótt 22 árum síðan til fyrstu ABC-teldurnar, og líka síðan er skipanin broytt og betrað eftir nýggjum krøvum frá brúkarum og telduskipanum.


 

Trygdin í hásæti
Eitt øki, sum ofta verður gloymt av brúkaraforritum, er trygdaravrit. Við LUNDANUM er eingin vandi fyri hesum. Tað ber t.d ikki til at skifta tíðarskeið uttan at taka trygdaravrit av tí gamla, og hetta minkar nógv um vandan at missa data. Ein annar av mongu hentleikunum er, at upplýsingar verða goymdar, so hvørt tær verða innskrivaðar, so at einki fer burturímillum, um t.d. streymurin fer.











 


Fyri at hoyra meira um hesa skipan, vinarliga set teg í samband við:

Sølufólk:

Heini Hansen
Beinleiðis telefon: 347 256
Teldupostadressa: hha@senta.fo

Kristian á Reynatrøð
Beinleiðis telefon: 347 245
Teldupostadressa: kar@senta.fo

Support:

Brandur Petersen
Beinleiðis telefon: 347 220
Teldupostadressa: brpe@senta.fo

 


 

Sendistovan
NEMA.fo