![]() |
Netumsiting
Fleiri virki og stovnar hava ikki tørv á ella umstøður at hava sína egnu KT-deild. Hjá teimum eru nógvir fyrimunir at lata SENTA handfara henda týdningarmikla leiklut. Fyri at fáa hesar fyrimunir, kunnu tit gera avtalu um tænastusáttmála við SENTA.
Vit veita brúkarahjálp og teldunetumsiting til fleiri virki og stovnar. Uppgáva okkara er at virka sum ein KT-deild, ið veitir góðan førleika fyri minni gjald enn tað, sum tað kostar at seta egið fólk í starv.
Tænastusáttmáli frá SENTA tryggjar:
- Álítandi KT-rakstur
- Minni KT-útreiðslur
- Skilabetri KT-íløgur
- Trygt og tíðarhóskandi KT-umhvørvi
- Fastan, skikkaðan røkil
- Fastar vitjanartíðir
Tænastusáttmálin umfatar:
- Netumsiting
- Viðlíkahald og menning
- Fyribyrging
- Ráðgeving
- Eftirlit og dagføringar
- Førleikamenning
Við at gera avtalu um tænastusáttmála við SENTA, syrgja vit fyri dagliga rakstrinum og viðlíkahaldinum av teldukervinum. Hetta ger, at tygum sum kundi hjá SENTA kunnu leggja alla orku í kjarnuvirksemið hjá fyritøkuni ella stovninum. Tygum fáa ein fastan kontaktpersón, sum virkar sum okkara bindilið til tykkara.
Av konkretum uppgávum, sum eru partur av einum vanligum tænastusáttmála hjá okkum, kunnu nevnast:
- Dagføra virusverju
- Eftirhyggja backup og trygd
- Tryggja, at servarar koyra optimalt
- Ráðgeva um menning og íløgur
- KT trygdarpolitikk o.o. dokumentatión
- Projektmeting og projektstýring
- Vaktarskipan / tilkall












