Faktura – Detail – Goymsla
Sildberin er eitt windowsforrit, ið vit hava lagt stóra orku í at menna. Arbeiðið okkara er bygt á drúgvar royndir frá undanfarnu fakturaskipanini og á hugskot frá kundum okkara. Skipanin hevur keyp- og sølufakturar, samkoyring við tolláheitan, tilboðsstýring og samlifakturar, sølu yvir disk (detailskipan), goymslustýring o.m.a.
Sildberin er ein sjálvstøðug fakturaskipan, sum letur data til bókhaldsskipanina Lundan eins væl og til aðrar bókhaldsskipanir. Sildberin hevur eisini møguleika fyri hondterminali, strikukotulesara, kundadisplay, kassaskuffu, etikettprentara, skipalista (mvg-handfaring) o.m.a.
Skipanin hevur varðveitt gomlu eyðkennini við Lundanum, har kundin stýrir telduskipanini, og har allar vanligar útskriftir og skermmyndir eru til og lúka vanligan føroyskan tørv.











