Senta City Kvasir Casa Atlantstøkni Sendistovan
Senta búmerki


Smartboard – tann elektroniska talvan

Smartboard er ein elektronisk talva – ein whiteboard, sum vit siga – sum skrivast kann á við ymiskum litpennum. Tú kanst hava framløgur á henni eins og vanligt og skriva viðmerkingar á hana við litum – men stóri munurin er, at allar viðmerkingarnar samstundis eru vorðnar elektroniskar. Hetta merkir, at tú kanst goyma tilfarið á telduni, skriva tað út á litprentaranum, senda tað við teldubrævi ella annað, ið tørvur er á. Alt hetta gert tú við at nerta við talvuna við fingrunum, líka sum tú brúkar músina.

Á sama hátt kanst tú eisini lata upp øll forrit ella fara á internetið, bert við at nerta við talvuna.

Kom inn á gólvið og tosa við Albin, so sleppur tú at síggja eitt tað mest spennandi amboðið til framløgur, sum finst á marknaðinum í løtuni.

Fyri at hoyra meira um Smartboard, vinarliga set teg í samband við:

Sølufólk:

Albin Johannesen
Beinleiðis telefon: 347 255
Teldupostadressa: ajo@senta.fo
 


 


Tak niður PDF'ar:

Smartboard - samvirkna skúlatalvan
Smartboard - samvirkna talvan
Kjekklisti -  tak niður .PDF


 

Sendistovan
NEMA.fo