![]() |
Telduverkstaður
Á telduverkstaðnum hjá Senta í Tórshavn, Klaksvík og Runavík gera vit allar umvælingar av borðteldum og farteldum, bæði PC og MAC.
Vit hjálpa viðskiftafólki við at finna orsøkir til einhvønn teldutrupulleika, vit taka burtur virus og spyware, og vit umvæla og skifta ritbúna og tólbúna.
Vit leggja eisini inn forrit og stýriskipanir sum Windows, OSX og Linux og avgreiða allar garantiumvælingar av Dell, HP, Apple og Canon.
Opið er gerandisdagar millum kl. 08.00 – 16.00.
Samband fæst við at venda sær til SERVICE DESK á 347 222 ella servicedesk@senta.fo












