![]() |
Telefonútgerð
Netverk frá Aastra Telecom – munandi effektivari
Við eini netverksloysn frá Astra fært tú eitt vælvirkandi yvirlit yvir allar telefonir í fyritøkuni. Umstillingin er munandi effektivari, og Voice mail og GSM verða nógv meira brúkt. Netverkið er eisini bundið saman við exchangeservara / Outlook, og kundin fær tí altíð greitt at vita, hvussu hann fær fatur á einhvørjum starvsfólki. Við einum kallsentri kann stórur partur av uppringingunum harumframt verða umstillaður beinleiðis til rætta starvsfólkið.
SIP / WLAN geva bíligar samrøður
Skipanin virkar ígjøgnum breiðband, og deildirnar kunnu tí ringja ókeypis sínámillum. Við SIP-skipanini kann starvsfólkið somuleiðis ringja út í heim við IP-telefoni, og hetta sparir munandi um útreiðslurnar hjá eini fyritøku, ið hevur nógvar uttanlandssamrøður. Effektiviteturin í skipanini verður stýrdur við modulinum Telestat. Modulið gevur støðugar upplýsingar um, hvussu leingi kundarnir bíða, og hvussu langa tíð, ymsu uppringirnar taka. Við hesum upplýsingum kann ein effektivisera tænastuna og greiða trupulleikar, sum eingin í fyritøkuni annars hevði gáað eftir.
Samanumtikið gevur eitt netverk frá Aastra ein annan arbeiðsdag, har telefonin ikki er so bundislig hjá starvsfólkinum, men tvørturímóti gevur teimum leysari hendur, samstundis sum ein altíð fær fatur á teimum, antin tey arbeiða inni úti. Harafturat kemur so ovurstóra sparingin av færri uppringingum.
Um Aastra Telecom
Aastra Telecom er altjóða fyritøka, sum er leiðandi innan telesamskiftisloysnir til øll sløg av fyritøkum. Í høvuðssæti sínum í Ontario í Kanada mennir og marknaðarførir Aastra nýskapandi og sterkar loysnir, ið nøkta allan samskiftistørv hjá lítlum sum stórum fyritøkum. Skipanir frá Aastra optimera og effektivisera samskiftið við eini fullfíggjaðari røð av IP-loysnum og vanligum samskiftisamboðum – eitt nú telefonir, skipanir og tillagingar. Sí meira um Aastra á heimasíðuni www.aastra.com.













