![]() |
Um SENTA
Í 2007 vórðu fyritøkurnar Farodane og Com-Data samanlagdar og fingu navnið SENTA. Nú er menningarfyritøkan Atlants Tøkni komin afturat við serfrøði og vælútbúnum fólki. SENTA er ein sera vitanarrík og framkomin KT-fyritøka, ið hevur lagt seg eftir at bjóða vinnulívinum tænastur á øllum økjum – frá telduútgerð til ráðgeving og krevjandi KT-loysnir.
SENTA hevur deildir í Klaksvík, Saltangará og í Havn. Vit eru tí nærverandi felagar hjá øllum vinnulívinum og kunna veita skjóta og effektiva tænastu, tá ið tørvur er.
Kontonummur:
| Føroya Banki | 6460-2000247 |
| Eik Banki | 9181-1508093 |
| Norðoya Sparikassi | 9865-2017088 |
| Suðuroyar Sparikassi | 9870-1503279 |
| Giro | 50466 |












