Skipanin, sum gevur betri góðsku og hægri prís
Sporføri
Í endamálsorðingini um sporføri í fiskivinnuni er høvuðsevnið skráseting – at vita nær, hvar, hvussu, hvør og hví. Og tað eru júst hesi øki, sum henda skipan byggir á.
Skip og reiðarí
Fiskakeyparin sær neyvt, nær fiskurin er veiddur. Fiskurin verður seldur eftir nágreiniligum vektarseðli, áðrenn skipið er í havn, og fiskakeyparin hevur tí rættar upplýsingar.
Úrslit
Úrslitið er betri góðska, hægri prísir, færri landingarútreiðslur, og tað slepst undan at skilja og viga fiskin aftur. Hetta hevur avgerandi týdning fyri góðskuna á fiskinum, og skip og manning fáa meira burturúr.
Skráseting
- Upplýsingar um skip
- Fiskaslag
- Fiskastødd
- Veiðuøki: innskrivaður tekstur ella longdar-/breiddarstig sjálvvirkandi frá GPS
- Fullur/ikki fullur kassi (verður gjørdur uppá á kassarapport)
- Dagfesting og tíð
Hagtøl
- Fiskastødd
- Fiskaslag
- Kassanummur
- Veiðidagfesting
- Túratotal
- Dagtotal
- Miðalvekt
Møguleikar
- Merkiseðil á kassar við strikukotu
- Vektáseting fyri fiskasløg og kassar
- Úrtøka í krónum og oyrum av hvørjum fiskaslag
- Nágreiniligur vektarseðil til reiðarí/fiskakeypara við teldubrævi
- Sjávvirkandi trygdaravrit av øllum data











